Hiddink væntar verjukent Grikkaland

Hollendski Guus Hiddink, venjari hjá Russlandi er ivaleysur í, at Grikkaland aftur í dag fer at verða sera verjukent. Russlandi er í tí støðu í dag, at vinna teir, so hava teir enn møguleikan at vinna seg í fjórðingsfinaluna, tapa teir, so eru teir úti av kappingini. ?Teir fara at spæla á sín vanliga hátt. Vanliga, so hava grikkar nógv fólk í verjuni, og tað er sera torført at bróta niður tann múrin.? Sigur Hiddink. Hiddink heldur, at lið hansara vóru alt ov naivir í dystinum ímóti Spania, og at teir mugu verða taktiskt betri ímóti Grikkalandi í kvøld. ?Vit mugu verða meiri klókir, og royna ikki at fara í felluna hjá teimum. Persónliga haldi eg, at tá Grikkaland eru evropameistarar, so áttu teir at tikið størri intiativ í sínum dystum. Men teir gera so av, á hvønn hátt teir spæla, og tað mugu vit so arbeiða út frá. Vit góvu Spania alt uppí hendurnar. Tað má ikki endurtak seg í kvøld. Okkum tørvar fleiri royndir, og vit mugu læra skjótt. Hjá teim flestu er hetta fyrsta endaspælið teir taka lut í, nakrantíð.? Sigur Guus Hiddink.