Hiddink til Ruslands

Kendi og dugnaligi fótbóltsvenjarin Guus Hiddink úr Hollandi hevur nú fingið nýtt starv. Hann skal venja russiska landsliðið eftir HM-endaspælið í summar. Hiddink hevur júst leitt FSV Eindhoven til hollendska meistaraheitið, og hann hevur eisini fingið Australia við til HM-endaspælið í Týsklandi. Hiddink stendur á odda fyri Australia í endaspælinum í summar, men eftir tað fer hann í starvið sum russiskur landsliðsvenjari.