Hiddink bíðar ikki eftir Liverpool

Ringa gongdin hjá Liverpool hetta kappingarárið hevur havt við sær, at nógvar gitingar hava verið um lagnuna hjá Rafael Benitez. Ein afturvendandi søga er, at fráfarandi russiski landsliðsvenjarin, Guus Hiddink, skal taka yvir eftir Benitez í Liverpool. Men sambært fótbóltssambandinum hjá Turkalandi, so verður hetta av ongum. Teir siga, at Guus Hiddink hevur játtað at gerast venjari hjá Turkalandi komandi tvey árini. Guss Hiddink er 63-ára gamal og úr Hollandi. Hann hevur verið landsliðsvenjari hjá millum annað Suður Korea, Australia og Russlandi. Av øðrum liðum kunnu nevnast Real Madrid, PSV, Valencia, og í fjør var hann fyribils venjari hjá Chelsea í eitt tíðarskeið.