Hiddenfjord givið at flúgva laks

Minkar nógv um CO2 útlátið frá flutningi

Í farna mánaði gavst Hiddenfjord við øllum loftvegis flutningi av laksi, og ístaðin var farið undir at flyta fiskin sjóvegis til marknaðirnar í USA og Kina.

Hetta hevur havt við sær, at CO2 útlátið hjá Hiddenfjord frá flutningi til USA er minkað við 94 prosentum, meðan útlátið fyri flutning til Kina er minkað enn meira.

Úrslitini byggja á kanning frá óhefta norska granskingarstovninum SINTEF, sigur Hiddenfjord, sum eisini vísir á, at felagið er fyrsta alifelagið í heiminum, sum gevst at flyta laks loftvegis.

– Vit hava øll ábyrgd av at gera okkara til at minka um CO2-útlátið, sum førir til veðurlagsbroytingar. Flúgving av mati viðførir púra óneyðugt CO2-útlát. Tí eru vit í Hiddenfjord givin at flúgva laks” sigur Atli Gregersen, stjóri í Hiddenfjord.

Góðskukanningar, sum eru gjørdar av laksinum í USA, vísa, at laksurin hevur tað haldbari, sum skal til, fyri at hann kann halda góðskuna, hóast hann verður sigldur tvørtur um hav. Orsøkin er, at góðskan á fiskinum er so góð frammanundan, at fiskurin hevur betri haldbari, sigur Hiddenfjord.

– Hiddenfjord laksur verður aldur á harðbalnum økjum við høgari aldu ella hørðum ráki. Hetta gevur laksinum bestu liviumstøður, samstundis sum tað fyribyrgir botndálking. Hiddenfjord er tann alifyritøkan, sum alir laks á mest harðbalnu økjum í heiminum.

 

– Hiddenfjord hevur ment ein serstakan hátt at tryggja, at laksurin ikki verður strongdur undir tøku. “Stress-free harvest”gagnnýtir íborna hugin hjá laksinum at svimja móti streyminum, soleiðis at laksurin verður avlívaður og blóðgaður uttan at kenna strongd.

 

– Í túsundtals ár hevur laksurin ferðast úr áum, sum renna út í Norðuratlantshavið, til havið kring Føroyar fyri at eta og vaksa. Tí hevur laksurin tillagað seg viðurskiftini í hesum havøkinum. Hetta órørda umhvørvið við jøvnum sjóvarhita alt árið er natúrliga heimið hjá atlantslaksinum.

 

Hesar tríggjar orsøkirnar gera, at góðskan á fiskinum er av tí besta, og av somu orsøk hevur fiskurin tað haldføri, ið skal til, at hann kann siglast heldur enn flúgvast tvørtur um hav, sigur Hiddenfjord.