Tá ið Føroyar púra óvæntað vunnu á Eysturríki í Landskrona í 1990, gav tað eysturríkarum eitt sjokk fyri lívið, og grasteppið var samstundis rykt undan venjaranum Josef Hickersberger.
Hann noyddist at leggja kongin og fara úr starvinum, og tað tók honum fleiri ár at koma fyri seg aftur sum venjari.
Men Hickersberger er komin fyri seg aftur, og hann telist aftur millum fremstu venjararnar í Eysturríki. Í fjør fekk hann aftur ábyrgdarfullu uppgávuna sum landsliðsvenjari hjá Eysturríki.
Helst ímóti Føroyum
Í einari samrøðu við Die Presse sigur Hickersberger, at hann kundi hugsa sær at spælt ímóti Føroyum aftur.
Fyrsti dysturin hjá Hickersberger, nú hann aftur er landsliðsvenjari hjá Eysturríki, var ímóti Kanada í gjárkvøldið, og blaðið vildi undan dystinum vita, um hetta var ein hóskandi avbjóðing hjá honum.
Hesin dysturin var avtalaður, áðrenn eg tók við starvinum. Eg hevði helst viljað spælt ímóti Føroyum, helst á uttanveltaðum vølli. Tað hevði verið stuttligt, ha? Eg skal í øllum førum viðurkenna, at tað hevði kenst væl hjá mær, sigur Hickersberger við blaðið.
Dysturin ímóti Kanada á heimavølli í gjárkvøldið endaði við 2-0 til Kanada, so byrjanin var ikki tann besta hjá Hickersberger.
Men kanska hann fær kjansin ímóti Føroyum aftur...