Hickersberger verður hjá Krankl

Josef Hickersberger, sum var venjari hjá Eysturríki í 1990, og sum aftur var venjari til EM-endaspælið í summar, verður ein av teimum, sum fer at gera sínar viðmerkingar um dystin á Tórsvølli leygardagin. Hickersberger fer at hyggja at dystinum á eini lokalari ítróttabar, sum fyrrverandi stórspælarin Hans Krankl, eigur. Og eftir dystin fer hann so at geva síni skoðsmál um avrikið hjá landsmonnum sínum.