Hickersberger trýr upp á møguleikan

Josef Hickersberger er ivaleysur í, at Eysturríki kemur í EM-fjórðingsfinaluna

Fótbóltur

 

Venjarin hjá Eysturríkska fótbóltslandsliðnum hevur meldað hart út áðrenn EM-endaspælið í Sveis og Eysturríki, sum byrjar nú leygardagin.

- Vit hava sett okkum eitt stórt mál, vit ætla at koma í fjórðingsfinaluna. Eg eri vorðin nógv meira bjartskygdur. Okkum nýtist ikki at fara til eina veddingarfyritøku fyri at finna út av, at Týskland, Kroatia og Pólland eru favorittar til at vinna á okkum, men vit hava heimavallar-fyrimunin, og tað gevur okkum ein góðan møguleika at vinna stig.” Eysturríki, sum er nr. 101 á FIFA-styrkislistanum er á pappírinum tað klárt veikasta liðið, sum tekur lut í EM-endaspælinum, so evropeiskir fótbóltsserfrøðingar eru ikki samdir við Josef Hickersberger.