Leygardagin varð stórkapping í rútmiskum fimleiki hildin í ítróttarhøllini á Kambsdali.
Kappast var í trimum bólkum: Pinkur, smágentur og gentur. Vegna ov fáar leiðarar og venjarar var einki lið hjá kvinnum við í kappingini.
Kappingina hjá pinkum vann HF við 8,35 stigum, Ljósið gjørdist nr. 2 við 8,05 st., Støkk kom á eitt triðjapláss við 7,20 st. og Tvøroyrar Fimleikafelag gjørdist nummar fýra við 7,15 st. Aftaná pinkur komu smágentur inn á gólvið við
eini fríari seriu og eini seriu við bóltum. Her var hørð kapping ímillum Ljósið og HF, og tá ið avtornaði vann Ljósið við 16,95 st. meðan HF fekk 16,55 stig. Í HF vildu tey vera við, at bóltaserian hjá Ljósinum var ov lagaliga dømd, men hetta tóku dómararnir ikki undir við. Væntandi hendir ikki meir í hesum málinum. Nummar trý í kappingini hjá smágentum gjørdist Støkk við 14,7 stigum, meðan TF 1 og TF 2 fingu ávíkavist eitt fjórða- og fimtapláss.
Í kappingini hjá gentum var kappast í fríari íðkan og eini amboðsseriu, sum í ár var við hoppibondum. Í hesi kapping endaði HF á einum fyrsta plássi við heili 33,90 stigum, nr. 2 gjørdist Ljósið við 31,65 st., Støkk gjørdist nr. 3 við 29,75 st. og TF fekk eitt fjórða pláss við 26,85 stigum.
Long bíðitíð
Sum heild gekk væl at fáa kappingina avgreidda. Byrjað varð klokkan tvey og kappingin hjá pinkum og smágentum var liðug uml. kl. 16.30. Síðani var hildið áfram við kappingini hjá gentum, og hendan kappingin varð liðug kl. 18.30.
Summir áskoðarar mettu at kappingin varð ov drúgv, og tað vísti seg, at nógvir áskoðarar fóru avstað aftaná tær báðar fyrstu kappingarnar. Úr FFS verður sagt, at trupulleikin við stórkappingini er, at hon er ikki so áskoðaravinarlig, sum aðrar kappingar. Tað tekur tíð hjá dómarunum at koma fram til tey endaligu úrslitini, og tískil er tað trupult at stytta kappingina munandi. Tey seinastu árini hava framsýningarlið úr teimum ymisku feløgunum í Føroyum sýnt teirra fimleikakynstur fram í steðgunum, tá ið dómararnir leggja støðið fyri hvørja kapping. Hetta hevur bøtt nakað um bíðitíðina hjá áskoðarunum, men hetta er ikki nøktandi. Komandi ár verður ivaleyst okkurt broytt fyri at gera kappingina styttri, og her er ein møguleiki at hava tvær atskildar kappingar, verður sagt úr FFS.
Støðið hækkar
Úr Fimleikasambandinum verður sagt, at støðið í stórkappingini hækkar nógv fyri hvørt ár. Tað sæst týðiligt, at fimleikarar venja nógv til kappingina, og venjararnir gerast betri fyri hvørt ár. Tað er sera óheppið, at kvinnur ikki luttaka í kappingini á hvørjum ári, tí tað eru so nógvir góðir fimleikarar í hesum aldursbólki í Føroyum. Fimleikafeløgini hava sum heild trupult við at finna leiðarar til slíkar krevjandi kappingar, so hetta er nakað feløgini mugu royna at arbeiða við framyvir, verður sagt úr FFS.