Fjórða árið á rað vann HF stórkappingina í rútmiskum fimleiki, og hetta gevur teimum beinleiðis atgongd til heimsmeistarakappingina sum verður í mei. Tí stóð serliga nógv upp á spæl til hesa kappingina.
Rannvá Klein er venjari hjá Havnar Fimleikafelag, og hon helt tað vera eina serstakliga javna og spennandi kapping.
? Tað vóru bert marginalar, sum gjørdu at vit vunnu í dag. Kappingin var heilt ótrúliga jøvn og øll liðini vóru góð, segði hon beint eftir at kappingin var liðug.
Góð gularót
Í ár høvdu kvinnurnar tó ikki bert heiðurin og gullkrónurnar at kappast um, tí fimleikasambandið kunngjørdi í fjør, at vinnandi liðið fór at fáa luttøkupláss í Heimsmeistarakappinini í estetiskum fimleiki, og fimleikasambandið fór at rinda allan kostnaðin.
Rannvá heldur, at henda góða gularótin avgjørt hevur ávirkað kappingina og venjingina.
? Úrslitið í dag er tað javnasta úrslitið í fýra ár. Tað var so ræðuliga lítið, sum gjørdi munin. Men í ár hava vit vant meiri enn vit plaga, tí tað er jú ein ótrúliga góður møguleiki at sleppa við til HM og kappast við heimsins bestu lið. Eg haldi eisini, at vit hava verið meiri uppsettar enn vit plaga, sigur Rannvá.
Kvinnurnar hjá Havnar Fimleikafelag hava vunnið hesa kappingina í fýra ár á rað. Undanfarin ár hevur vinnandi liðið luttikið í danmarksmeistarakappingini, sum gestalið, og tað hevur altíð gingið ótrúliga væl.
Spurd hvør serliga styrkin hjá HF kvinnunum er, svarar Rannvá, at tað er ilt at siga.
? Men skal eg taka nakað framum, so haldi eg, at vit eru ótrúliga væl fyri tekniskt. Men tað eru jú so nógv krøv sum skulu lúkast, at man má vera nøkulunda góður til alt, svarar hon.
Men hon heldur eisini, at psykan hevur nógv at siga í eini slíkari kapping.
?Tað er ótrúliga nógv trýst á fimleikarunum, tá tær standa úti á gólvinum. Serliga tá liðini eru so jøvn, sum tey vóru í dag. So tí haldi eg at ein góð psyka er minst líka nógv verd sum styrki, teknikkur o.s.fr. Og vit hava eina góða psyku, so tað er greitt ein fyrimunur, heldur Rannvá.
Hon nevnir tó eisini, at Havnar Fimleikafelag altíð hevur havt góðar venjarar, sum hava sína stóru ávirkan á góðu úrslitini hjá kvinnunum í dag.
Millum heimsins bestu
21.-22. mei í ár fara kvinnurnar hjá Havnar Fimleikafelag sostatt út í heim at kappast við hini stóru liðini. Men hvussu fyrireikar man seg til tað?
? Vit fara sjálvsagt at halda fram við at venja hart, við hesi somu seriuni sum vit kappaðust við í dag. 7 mars fara vit á dómarafund, har vit fáa at vita júst hvat vit blivu trektar fyri í dag, so vit fara sjálvandi at arbeiða við at rætta teir feilirnar, sigur Rannvá, og leggur afturat, at smidigheitin eisini fer at verða raðfest høgt komandi tíðina.
Hon sigur, at liðið ikki væntar sær tað heilt stóra í Heimsmeistarakappingini. Tað eru jú so nógv lið, og støðið er ótrúliga høgt, so fyrst og fremst verður hetta tikið sum ein uppliving.
?Hetta er fyrstu ferð, at vit eru við í eini slíkari kapping, og tí fara vit bert avstað fyri at royna nakað nýtt og fáa íblástur. Tá man stendur á gólvinum vil man sjálvandi altíð vinna, men spurningurin er, hvørji oddsini eru fyri tí. Men vit fara at læra av tí, og so geva vit okkum hundrað prosent komandi ár, tá vit veruliga vita hvat tað snýr seg um, greiðir Rannvá frá.
Hon dylir ikki fyri, at tær longu hava gjørt nakað av fyrireiking. M.a. hevur hon roynt at bygt seriuna upp eftir teimum krøvunum sum eru til estetiskan fimleik.
Føroysku dómararnir hava júst verið til eitt skeið um krøvini í estetiskum fimleiki, so kanska vit fáa kunnu fáa teir at hjálpa okkum, og útvikla seriuna enn meiri í tráð við krøvini, heldur Rannvá Klein at enda.
-----------------------------------------------------------------------------------------------------------
Ì ein kassa:
Krøvini til kvinnurnar í fríu íðkanini
Tøknligu krøvini: Torleikar, ið skulu nýtast í seriuni, verða býttir upp í fýra bólkar.í seruni skuli vera minst 12 torleikar
- Javnvágir. Á tá, á einum fóti ella sitandi. Minst einaferð skal javnvágin haldast í 2 sekund
Totalrørðslur. Bylgjur og sving
Pivot. Fimleikarin skal, á einum beini á tá, snara eina ferð runt um seg sjálvan.
Lop. Lopið sjálvt og landingin skulu útførast væl.
Harafturat skal:
uppstillingin broytast minst 10 ferðir,
alt gólvið nýtast.
Tíðin vera ímillum 2,30 og 3 minuttir,
talið av fimleikarum vera ímillum 6 og 10
--------------------------------------------------------------------------------------Krøvini til kvinnurnar í íðkanini við amboðum, í hesum førum hoppibandi
Tøkniligu krøvini: Íðkanin skal vísa ymiskar rytmiskar rørðslur, og minst 12 torleikar skulu takast við. Torleikarnir verða býttir upp í fýra bólkar.
- Javnvágir. Á tá, á einum fóti ella sitandi. Minst einaferð skal javnvágin haldast í 2 sekund
Totalrørðslur. Bylgjur og sving
Pivot. Fimleikarin skal, á einum beini á tá, snara eina ferð runt um seg sjálvan.
? Lop. Lopið sjálvt og landingin skulu útførast væl.










