Fimleikur
Havnar Fimleikafelagið skipar tann 19. januar fyri innanhýsir fimleikakapping.
Talan er um sonevnda rútmukapping, og er hetta ein kapping, sum er opin fyri øllum limum felagsins, tó treytað av, at hesi eru úr 3. flokki og eldri.
Kappingin verður býtt í 3 bólkar: »3. til og við 4. flokkur«, »5. til og við 6. flokkur« og »7. flokkur og eldri«. Eru luttakarar á sama liði í tveimum ymsum bólkum, t.d. soleiðis: Tvær ganga í 4. flokki og tríggjar ganga í 5. flokki skulu tær í bólk 2 (meðan lið har 5 gentur ganga í 4. flokki sjálvsagt fer í bólk 1). Luttakararnir kunnu væl luttaka í fleiri liðum.
Tað stendur liðunum frítt at velja, hvussu fimleikaserian skal síggja út, men dømt verður eftir kroppsburði, hvussu tryggar genturnar eru í venjingunum, samsvar millum tónleik og venjingar og hvussu genturnar fylgjast í íðkanunum.