HF og Støkk til HM

Tað verða kvinnuliðini hjá Havnar Fimleikafelag og Støkk, sum umboða føroysku litirnar í kappingini, har til samans 28 lið úr 12 londum taka lut.

Innleiðandi umfarið byrjar í dag klokkan 16. Tíggju tey bestu liðini kappast síðani í finaluni, sum verður leygardagin.

Tað verður neyvan so, at føroysku liðini vinna seg fram til finaluna. Til tess er støðið hjá fremstu londunum helst ov høgt, men greiða málið er at betra seg í mun til kappingina í fjør. Ta ferðina blívu HF og Støkk ávikavist nummar 23 og 24 av 26 liðum, og hesa ferð er so ætlanin at toga seg eitt ella tvey pláss longur upp á talvuna.

Á heimasíðuni hjá Havnar Fimleikafelag, www.hf.fo, ber til at fylgja við úrslitunum, tá føroysku liðini fara at royna seg.