Gentuliðini hjá Ljósinum, Støkk og Havnar Fimleikafelag høvdu eina framúr góða framførslu, og genturnar hjá Havnar Fimleikafelag struku avstað við sigrinum. Tær fingu yvir hálvtannað stig meira enn Støkk, sum endaði á øðrum plássi. Genturnar hjá Ljósinum úr Havn gjørdust nummar trý.
Føroyameistararnir kunnu nú gleða seg til at fara til Finnlands um tríggjar vikur, har tær fara at vera við í einari altjóða kapping í estetiskum fimleiki.
Úrslitini:
1. Havnar Fimleikafelag 14,43 stig
2. Støkk 12,87 stig
3. Ljósið 11,89 stig