Hóast tað nú er liðið út á heystið, so eru framvegis glottar. Sum hendan hálvan oktoberdag.
Sólja Poulsen er farin ein túr út at ganga við ommusystir síni, Heininu Hansen, sum av mongum er væl kend frá Kondittarínum í Havn, har hon arbeiddi í mong ár.
Nú børnini fyri langari tíð síðani eru flogin, eru hon og maðurin, Sigurd, flutt út til Nólsoyar at búgva. Tey bæði búgva nú í gamla barnaheiminum hjá Heininu.
Tey bæði trívast sera væl úti á bygd, og bæði eru byrg og væl fyri, hóast tey ikki eru heilt ung longur.
Myndin er ein av sera mongum inni á profilinum, Nólsoy í myndum, og hesa - eins og mangar aðrar har inni - hevur Evy Toftegaard Nielsen tikið.