Heystveðrið heldur fram

Vindur og regn um vikuskiftið, men eisini onkrir sóllottar

Heystveðrið við óstøðugum veðrið heldur fram um vikuskiftið.

 

Fyrrapartin í morgin verður eitt lítið lot við ælingi, men eisini onkrir sólgottar. Um kvøldið verður meira vindur og turt. Hitin fer at liggja millum 8 og 11 stig.

 

Sunnudagin kunnu vit vænta hvassan vind og æling, men sólglottar vera eisini. Tað verður eitt vet heitari, millum 10 og 13 stig.

 

Til ber at hoyra veðurfrøðingin í Miðlahúsinum, Petur Skeel Jacobsen, greiða frá veðrinum, við at trýsta á pílin undir myndini.