Flogferðsla
Maersk Air fer í heyst at lata feðrafólki bíligari ferðaseðlar millum Føroyar og Danmark. Tilboðið er galdandi fram til hálvan oktober.
Í nýggja tilboðnum frá Maersk Air til føroysk flogferðafólk kostar ferðaseðilin til Keypmannahavnar kr. 2.165,- meðan kostnaðurin til Billund verður 2.203,-. Íroknað eru tá øll avgjøld.
Í samband við ferðing til og frá Billund er møguleiki fyri at flúgva viðari til Århus, Aalborg ella Odense. Tó móti eykagjaldi.
Maersk Air sigur i tíðindaskrivi, at galdandi er, at seinasta freist fyri at koma aftur til Føroya er 15. oktober. Ferðaseðlarnir skulu keypast minst sjey dagar, áðrenn fráferð, og teir verða ikki endurgoldnir. Í minsta lagi tvey fólk skulu vera i ferðalagnum. Annað kann vera barn millum tvey og ellivu ár. Galdandi er, at tey ferðandi eru burtur í hvussu er náttina millum leygardag og sunnudag, og ferðin kann í mesta lagi vara ein mánaða.
Ymiski barnafrádráttir verða givnir. Børn millum tvey og ellivu ár gjalda hálvan ferðaseðlaprís. Er barnið yngri enn eittt á og hevur egið setur, verður eisini hálvur prísur goldin, meðan barn undir eitt ár, sum ikki hevur egið setur, rindar 10% av ferðaseðlakostnaðinum, sigur Maersk Air í tíðindaskrivinum.









