Heystið er komið, men ongin stormur

Regn og vindur komandi dagarnar, sigur Petur Skeel, sum tó ikki longur væntar storm.

Petur Skeel, veðurfrøðingur á Miðlahúsinum sigur, at nú er heystið komið.

 

Hósdagin seinnapartin verður nakað av vindi, 10 til 15 m/s. stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri, men annars verður um 8 m/s. Mánadagin fellur vindurin tó heilt niður í 3 m/s.

 

Tó at tað yvirhøvur verður turt í dag, so verður vátari um vikuskiftið. Fríggjadagin verður regn, leygardagin ælingur, sunnudagin okkurt æli, men mánadagin yvirhøvur turt og sólglottar.

 

Hitin allar dagarnar verðyr seks til tíggju stig.

 

Hósmorgunin fór at stormlágtrýst, 965hPa. í útsynning úr Íslandi spakuliga hendanvegin.

 

Fríggjanáttina fer eitt stormlágtrýst við Ísland í ein landnyrðing og grynnist.