Heystframsýning á Oynni

Gallarí Oyggin á Tvøroyri hevur í hesum døgum heystframsýning.

Umframt gallarí eigaran Palla Julsgart, ið sýnir oljumálningar fram, so verða eisini Pól Skarðenni við, hann sýnir somuleiðis oljumálningar, og Stig Kalsing sýnir bronsustandmyndir. Gallaríið er opið frá kl. 14-18 ella eftir avtalu. Framsýningin lat upp týsdagin 28. august og opið er til hósdagin 20. september