Náttúrugripasavnið á Debesartrøð og Sjósavnið í Sandágerði bjóða øllum børnum og vaksnum til hugtakandi upplivingar og stuttligar uppgávur alla heystfrítíðina. Føroyska náttúran er rík og fjølbroytt. Á landi, í havinum, í jørðini. Tað ræður bara um, at vit hava eyguni við okkum. Veitst tú, at meir enn 80 ymisk sløg av eiturkoppum finnast í Føroyum og meir enn 100 sløg av flugum? Kanska ert tú heppin og finnur eiturkoppin ella klukkuna, sum hava fjalt seg á heystfagnaðinum. Um tú torir!
Náttúrugripasavnið á Debesartrøð og Sjósavnið í Sandágerði bjóða øllum børnum og vaksnum til hugtakandi upplivingar og stuttligar uppgávur alla heystfrítíðina. Leitið eftir plantum og steinum! Leitið eftir skriðkyktum, fiskum, krabbum og krossfiskum! Summi hava enntá fjalt seg úti í grasinum ella uppi í trøunum.
Sum nakað heilt nýtt eru nakrar gátur, sum bert kunnu loysast um børn og vaksin í felag hjálpa hvør øðrum. Vit skulu ikki avdúka fleiri loynidómar, men bert siga, at tann vaksni megnar ikki einsamallur at loysa uppgávuna!
Heystfagnaðurin er felags átak hjá Jarðfeingi, nýggju Umhvørvisstovuni og Sjósavninum.
Opið er mánadag til fríggjadag 15.-19. oktober kl. 11:00-16:00.
Náttúrugripasavnið á Debesartrøð: ókeypis atgongd.
Sjósavnið í Sandágerði: 30 kr. fyri vaksin og 15 kr. fyri børn.
(Hesir prísir eru bert galdandi í døgunum 15. ? 19.oktober).