Á skránni er m.a. undirvísing, familjutiltak og lovsangskvøld. Bókasølan í Filadelfia hevur eisini eitt breitt úrval av bókum. Í sambandi við heyststevnuna gevur Filadelfiaforlagið út ein nýggjan bókling um nýggja testamentliga heimin, sum fæst til keyps í bókasøluni.
Filadelfia samkoman í Havn bjóða øllum at vera vælkomin á heyststevnu, har mint verður á, at ríki himmiríkis er innaní okkum, og tí kunnu vit liva í einum himmalskum umhvørvi her á jørð, so Guds ríki gerst sjónligt í landi okkara.
Meira fæst at vita á heimasíðuni www.filadelfia.fo
Hjartaliga vælkomin á heyststevnu!










