FISKIVINNA
Hesa vikuna hevur landingarmiðstøðin Kongshavn í Saltangará landað sjey skip.
Í gjár landaðu Heykur og Falkur 440.000 pund av upsa. Hetta var ein rættiliga góður túrur hjá teimum. Skipini vóru eisini inni seinasta fríggjadag við 260.000 pundum av upsa.
Polarhav og Stjørnan, sum eru á gulllaksaveiði, landaðu mikudagin sløk 250.000 pund.
Í gjár vóru eisini Jaspis og Ametyst inni. Teir brutu túrin av vegna veður og høvdu 110.000 pund av upsa.
Fyrst í hesi vikuni landaði Eysturbúgvin stívliga 260.000 pund av gulllaksi. Eysturbúgvin partrolar saman við Vesturbúgvanum, sum landaði umleið somu nøgd av gulllaksi til Faroe Pelagic í Kollafirði.
Á landingarmiðstøðini Kongshavn vóna tey, at góði túrurin hjá Heyki og Falki hesaferð er ein ábending um, at upsaveiðan fer at batna.
- Upsaveiðan hjá partrolarunum hevur annars verið rættiliga vánalig í longri tíð, men vónir hava verið um, at hon fer at batna so hvørt, sum tað líður út á heystið.
- Nú er so at vóna, at hesin túrurin hjá Heyki og Falki kanska avspeglar okkurt, sum er í væntu, siga tey á landingarmiðstøðini Kongshavn í Saltangará.