Á vestanstevnu í Miðvági vóru tað klaksvíkingar, sum høvdu alla orsøk at fegnast. Nýggja Sævarmoy vann, og við at vinna næstfremsta plássið og enda frammanfyri Heyk, telvaði Fípan Fagra seg í FM finalu á ólavsøku ímóti Heyki.
Aftur í dag var Sævarmoy fremst, meðan Heykur vann á Fípuni Føgru, og harvið vunnu dreingirnir úr Hósvík FM heitið.
Tað stórfegnaðust teir um, og tað var ikki uttan orsøk. Á ólavsøku í fjør var Heykur í FM finalu ímóti Royndini Fríðu úr Vági. Tað ferðina vunnu vágsdreingir á ólavsøku og eisini FM heitið. Í dag vóru tað teir á Heyki, sum fegnaðust um sigurin á ólavsøku og um FM sigurin.
Hetta var síðsti róðurin hjá óføru manningini á Heyki í kappingini millum 5-mannafør við dreingjum. Teir fella fyri aldursmarkinum.
Í dag eru teir umborð á Fípuni Føgru ógvuliga vónbrotnir. Men teir hava møguleikar næstu árini at svara aftur og vinna FM í hesi kappingini, tí teir hava aldur at kappast í 5-mannaførum í minst tvey ár aftrat.
| 1 | Sævarmoy | 04:47.32 |
| 2 | Heykur | 04:49.27 |
| 3 | Fípan Fagra | 04:51.00 |
| 4 | Drekin | 04:52.28 |
| 5 | Tjaldrið | 04:56.49 |
| 6 | Teistin | 04:58.28 |
| 7 | Ørnin | 04:59.15 |
| 9 | Tambar | 05:00.45 |
| 10 | Knúkur | 05:04.04 |
| 11 | Tekla | 05:04.29 |
| 12 | Pílur | 05:20.17 |
| 13 | Firildur | 05:25.23 |
FM
| 1 | Heykur | 44 |
| 2 | Fípan Fagra | 42 |
| 3 | Sævarmoy | 38 |
| 4 | Royndin Fríða | 21 |
| 5 | Drekin | 20 |
| 6 | Teistin | 15 |
| 7 | Tjaldrið | 12 |











