Heyganeshandilin í Vestmanna

Eg fari at biðja um innivist fyri eitt áhugamál, sum hevur hugtikið meg í tí seinustu skrivingini viðvíkjandi varðveitan av fornminninum Heyganeshandilin í Vestmanna.

Allarfyrst vil eg siga, at sjálvt um eg eri vaksin upp á Tvøroyri, var eg ofta hugtikin av tá ið eg sum smádrongur og undir uppvøkstri sá hendan stásliga bygningin heyganeshandilin.
Tá ið eg so eisini bleiv kunnugur søguna um hendan bygning og alt tað virksemi sum kom her frá. Handil, sleipistøð til skip, reidarí og mangt annað, ja so bleiv Heygahandilin fyri mær eitt monument, sum manifesteraði alt tað, sum tá á døgum mátti verda ein av størstu framstig í Føroyum.
Sum mangun kunnugt, í Vestmanna, eru myndir frá hesum stásligu bygningi eitt prýði fyri bygdina, líkasum fólk aðrastaðni frá, fóru til Vestmanna, fyri at síggja hendan bygning. Tað var tann einasti bygningur og er tann einasti bygningur í Føroyum, sum hevur hendan akitektoniskan stíl, sum stavar frá Hamburg í Tysklandi Bert vid hesum sjónarmiði man verða eitt avgerandi sjónarmið fyri Fornminnismyndugleikun, at varveita.
Eg havi tíverri lisið tjakið um hettar mál bæði frá Bjørn og borgarstjóranum, Gunn Joensen, í Vestmanna. Tað er onki so oyðileggjandi sum klandur og stríð. Góðu tit bæði, lat tað ikki blíva persónligt. Tað førir ikki til nakað at geva hvørjum øðrum skyldina, tí so verður tað ikki málið tit stríðast um, men okkurt persónligt.
Tað sum eg fái burtur úr tjakinum er, at har er for nógv tos og tíðin fer frá tykkum, líkasum bygningurin, sum Gunn sigur, er farin illa, av tí, at kommunan sum eigur bygningin, ikki hevur gjørt nakað viðlíkahald. Eg skilji á Bjørn, at stórviðurin er frískur, medan klædningurin skal endurnýggjast, so har er onki sum dettur sundur.
Farið nú undur og setið eina nevnd niður, við tí fyri eyga, at skaffa pening til at fáa bygningin aftur, sum hann var. Tað eru nógvir grunnar, sum stuðla slík mál, ikki minst í útlondum. Tað skuldi ikki undrað meg, um týskarar vóru áhugaðir, um teir vistu, at slíkt minni fannst í Føroyum
Tað ber eisini til at senda spurningarblað út til bygdina, um at fáa fólk til frívilligt arbeidi. Tað var ein ættarstevna í Vestmanna, sum eg luttók til. Har vóru 560 fólk komin saman. Hvat um tey fingu hendan spurning og eftur førimuni studlagu, kanska við peningi ella arbeidi. Tad vóru nógv vøkur ord um Heyganes tá. Hvat um vit øll vóru við, saman vid kommunini fyri at hjálpa til, so ikki kommunan stendur einsamøll um alt.
At enda vil eg siga, at tit í Vestmanna fara ikki at angra tað. Tit skula vita, at tað er ikki fyri okkum núlivandi men tey seidnu ættarlidini fara at gleðast at hoyra søgur frá hesum bygningi.
Eg havi nú búð 42 ár í Danmark. Tá so eg eri onkuntíð í Føroyum, so siga døtrur mínar ofta. At tað sum hugtekur tær mest, er at tað sum eg havi fortalt teimun, fær eina heilt aðra diminsión, tá tey til dømis síggja tað søguligu bygningar vid teirra egnu eygum. Pápi her sum eg gangi hava tey, sum tú hevur fortalt um, eisini gingið.
At enda vil eg bara sitera tað, sum stendur í sanginum.

?Latið ei søguna doyggja, goyma hana so væl
Í dreingja sinni og moyggja, hon miki útrætta skal?.