Heyganeshúsini lítið søguligt virði

Fornminnissavnið hevur ikki áhuga í gomlu Heyganeshúsunum í Vestmanna, sum kommunan ætlar at beina burtur. Húsini eru í sera ringum standi og hava lítið og einki søguligt virði, sigur Símin Arge, settur landsantikvarur

FORNMINNI
Jón Brian Hvidtfeldt

Vestmanna Kommuna nýtist ikki at óttast uppíblandan frá hægri myndugleikum, nú kommunan í næstum fer at beina burtur Heyganeshúsini, sum standa á havnaøkinum í bygdini. Hetta hóast húsini eru frá 1896.

Hægri myndugleikar eru í hesum føri Føroya Fornminnissavn, sum hevur heimild til at friða húsini, verður mett at tey hava søguligt virði. Men Fornminnissavnið hevur ongar ætlanir um at friða húsini.

- Húsini eru í sera ringum standi. Skuldu tey verði sett í upprunastand aftur, hevði talan ikki verið um ábøtur, men um eina "rekonstruering", og tað hava vit ikki áhuga í, sigur Símin Arge, settur landsantikvarur. Hann metir, at sum húsini standa í dag, hava tey lítið og einki byggilistarligt virði.

Sjálvt um húsini eru yvir hundrað ára gomul, so er tað í sjálvum sær eingin orsøk til at friða ella varðveita tey, vísir Símin Arge á. Men nú komið er so langt, at arbeiðið at beina burtur húsini er boðið út, og tað tískil kann væntast, at tey hvørva í næstum, fer Fornminnissavni_ møguliga at gera nakrar uppmerkingar at teimum. Men enn er ikki endalig støða tikin til tað, sigur Símin Arge.

Sjálvt um Fornminnissavnið sjálvt ongar ætlanir hevur um at friða húsini, so kann henda, at onkur annar biður savnið um at gera tað. Símin Arge hevur enn onga tílíka áheitan fingið.