Ein gomul bygdamynd hvørvur skjótt í Vestmanna. Talan er um gomlu Heyganeshúsini, sum standa við havnaøkið í bygdini.
- Sum er eru húsini í sera vánaligum standi, og standa nærum til at falla. Kommunan hevur ikki fíggjarliga orku at gera húsini aftur í upprunastand, sigur Gunn Joensen, borgarstjóri í Vestmanna, og leggur afturat, at nú er bíðað nóg leingi eftir at onkur annar møguliga skal gera arbeiðið. Tí verða húsini nú tikin niður. Vestmanna Kommuna hevur bjóðað út arbeiðið at taka húsini niður, og møgulig tilboð skulu vera kommununi í hendi 26. august.
Vestmanna kommuna hevur enn ikki tikið støðu til, hvat økið, har húsini standa, skal nýtast til. Kommunan eigur húsini og økið, tey standa á. Gunn Joensen vísir á, at sera trongligt er á havnaøkinum, og tí er ikki víst, at nakað verður bygt aftur, har Heyganeshúsini standa.
Kommunan misrøkt húsini
Vestmanna Fornminnisfelag harmast avgerðina hjá kommunini um at beina burtur Heyganeshúsini. Bjørn á Heygum, sum er í nevndini í fornminnisfelagnum, sigur, at kommunan eigur húsini, og tí hevur ábyrgdina av at halda tey við líka.
- Men tað hevur kommunan als ikki gjørt, og tí eru húsini, sum hava stórt søguligt virði, farin í misrøkt, sigur Bjørn á Heygum.
Vestmanna Fornminnisfelag hevur í fleiri ár arbeitt við at gera húsini til eitt bygdasavn. Byrjað varð fyrst í nítiárunum, og felagið hevur eitt nú skift tak á húsunum, vísir Bjørn á Heygum á, og leggur afturat, at stórviðurin í húsunum eru í góðum standi. Eftir hansara tykki hevur Vestmanna Kommuna ikki áhuga í at varðveita søguligu virðini í bygdini.
Gunn Joensen, borgarstjóri í Vestmanna, vísir har aftur ímóti á, at kommunan fleiri ferðir hevur útsett avgerðina um at taka húsini niður, tí Fornminnisfelagið var inni í myndini, og møguliga skuldi yvirtaka húsini.
- Men har er ikki nóg nógv komið burturúr, til at vit kunnu bíða longur, sigur Gunn Joensen. Í vár samtykti Vestmanna Kommuna so at húsini skulu beinast burtur, og arbeiðið er nú boðið út.
Gunn Joensen sigur, at kommunan ikki hevur gjørt nakra endaliga meting av, hvat tað hevði kostað at fingið húsini, sum eru frá 1896, aftur í upprunastand. Men hon metir, at tørvur er á pengum innan so nógv onnur øki í kommununi, at eingir pengar eru til Heyganeshúsini.










