Kendi norski ferða- og vísindamaðurin Thor Heyerdahl livir illa. Sonur hansara, Thor Heyerdahl yngri, segði í gjár, at pápi hansara er nú vorðin so veikur, at tað er bara ein spurningur um tímar, til hann kann fara hiðani.
Thor Heyerdahl, sum er 87 ára gamal, varð skorin fyri krabbamein í fjør, men sjúkan hevur breitt seg síðani. Sambært soninum hevur pápin sýtt fyri at fáa viðgerð av nøkrum slagi.









