Kinesiska tønknifyritøkan Huawei er seinastu árini voksin til at blíva ein av heimsins størstu veitarum innan internet og telefonir og er fyritøkan eisini kend í Føroyum, her hon samstarvar við Føroya Tele og Hey um at veita 5G til føroyingar.
Men tað eru ikki øll, ið eru eins glað fyri vøksturin og hevur kinesiska fyritøkan í seinastu verið fyri ágangi, aftaná at amerikanska stjórnin í longri tíð hevur ávarað um, at sambært kinesiskari lóg er fyritøkan undirløgd kommunistiska stýrinum og er vandi tí fyri, at útgerðin hjá fyritøkuni kann brúkast at njósnast móti øðrum.
USA, Kanada og Avstralia eru millum londini, ið hava noktað Huawei lut í byggingini av teirra 5G neti og seinastu vikurnar eru fregnartænasturnar í Danmark og Ongland eisini vorðnar meira varnar við kinesisku fyritøkuna, aftaná at tær áður ikki hava havt stórvegis viðmerkingar um samstarvið millum Huawei og vesturlendsk lond og fyritøkur.
Ein teirra sum fylgir væl við tí, ið gongur fyri seg í løtuni er Rúnar Reistrup, stjóri í føroysku telefyritøkuni Hey, ið hevur keypt útgerð frá Huawei.
- Vit fylgja væl við gongdini. Vit eru eisini í samband við donsku fregnartænastuna um okkara samstarv við Huawei, sigur Rúnar Reistrup og upplýsir, at man so seint sum í hesum mánaðinum hevur verið í samband við fregnartænastuna.
Hey hevur eins og Føroya Tele keypt útgerðina til sítt 5G net frá kinesisku fyritøkuni. Ein avgerð, ið USA nú staðiliga ávarar ímóti, tí ótti er fyri, at útgerðin kann brúkast til njósning. Hesum stúrir Rúnar Reistrup tó ikki fyri.
- Vit keypa okkara útgerð gjøgnum Vodafone Group og teir gera rættiliga gjøllar kanningar av sínum veitarum. So leingi Vodafone Group keypir frá Huawei, meta vit, at tað er trygt at keypa frá teimum, sigur Rúnar Reistrup.
Hóast Hey keypir útgerðina frá kinesisku fyritøkuni, so tekur føroyska fyritøkan seg sjálv av uppsetan og umsiting av netinum. Tí er vandi fyri njósning ikki eins stórur, metir stjórin í Hey.
- Vit hava fingið at vita frá myndugleikunum, at tað at vit keypa og seta okkara egna net upp, ger at vandin er at hava við at gera. Hjá øðrum byggir og rekur Huawei netið hjá veitarum. Tað eru myndugleikar ikki so glaðir fyri, sigur Rúnar Reistrup.
Stjórin í Hey vísir eisini á, at man higartil ikki hevur fingið nøkur ráð um at broyta mannagongd, men at myndugleikarnir meta at samstarvið er í ordan. Men um so var, at okkurt kom undan kavi, ið setti spurnartekin við samstarvið, so er man klárur at gera neyðugu broytingarnar.
- Vit eru klárir og hava gjørt myndugleikunum greitt, at um tað skuldi komi eitt tilmæli frá teimum at gera annað, so gera vit tað. Men higartil hava vit einki fingið at vita, ið ger at vit broyta okkara virksemi, sigur Rúnar Reistrup.








