Hey. Eg vil fegin keypa tína atkvøðu...

Nýggjárið er farið. Fýrverkið skotið.

So byrjar valstríðið – og so verður aftur fýrverkarí. Eitt fýrverkarí av vallýsingum.

Tí upp undir hetta valið verða meiri pengar enn nakrantíð áður brúktir til at lokka atkvøðuna frá tær. Valevni fara at nýta øgiligar pengar til at reklamera fyri sær sjálvum á alskyns hátt.

Mappan skal vera rættiliga tjúkk, skal ein vera við í tí kappingini. Tað er hundadýrt – og vit eru nógv valevni, sum ongan livandi kjans hava fyri at fylgja við.

Og eg vóni ikki, at tað verða lýsingarnar, ið avgera valið. Tí so nærkast vit eini støðu, har tað ber til at keypa sær ein tingsess.

Ikki tí - øll tey, sum gera valstríðið til eitt fýrverkari av lýsingum, kunnu gott vera góð og seriøs valevni. Men eingin verður góður politikari, tí hann lýsir nógv. Lýsingar eru bara smyrsl og glasurur.

So lat teg ikki tøla av fiksum og litføgrum lýsingum komandi vikurnar. Lat innihaldið vera avgerandi fyri, hvør fær atkvøðuna.