Hey bygdarfólk í Havn! Hjálpið bygdarfólki tykkata at fáa umboð á ting

Løgtingsvalið 19. januar verður ein sonn PISA-roynd fyri okkara fólkaræði. Verða pisurnar á bygd mentar at fara á flog, og lenda tær trygt í løgtingssessi?

 

Eftir valdagin koma vit av sonnum at síggja, hvørjar avleiðingarnar kunnu verða fyri útjaðaran og borgararnar har, nú Føroyar, eftir ódámliga politiska viðger, gjørdust eitt valdømi.

 

Altíð beinrakni Jógvan E. Ósá, hevur við serligum hegni skrivað tvey lesarabrøv, har hann skrivar um nýggju skipanina, og roynir at fáa veljaran at skilja, hvussu gáloysin ella naiv og ótaktisk uppstillingin fyri útjaðaran er. Klaksvíkingarnir báðir Jógvan E. Ó. og John William Joensen hava roynt at víst á ymsar trupuleikar.

Kortini hava floksleiðslurnar fyri nakrar flokkar kveistrað bygdarfólkini til viks og givið kontra boð ímóti ynskjum frá lokalfeløgunum. Ikki er óhugsandi, at slíkt ger, at lokali politiski áhugin fánar. Eldhugurin minkar, arbeiðið fer kanska at tykjast nyttulest, tí fjarstøðan, hjá lokalu feløgunum til ávirkan, verður ov long. Helst sovna, sum frá líður, nøkur av politisku lokalfeløgunum.

 

Áðrenn málið um Føroyar sum eitt valdømi var skundað ígjøgnum á Løgtingi, stóðu floksformenn kropp á kroppi á løgtingsins røðarapalli og lovaðu lokalu valfeløgunum sín stuðul at halda fram við virksemi teirra. Hetta vóru bert tóm orð. Summir flokkar hava enntá ikki so mikið sum givið pláss fyri einum tí einasta stillara frá onkrum av teimum gomlu størru valdømunum. Hvat hava vit í væntu? Gevur hetta okkum vón um at verða hoyrd?

 

Áheitan

 

Bygdarfólk í Suðurstreymoy: Veljið uttan fyri kommunumark!

Fyrrverandi løgtingsformaðurin, skilamaðurin av Toftum, skrivaði herfyri, at vanligt var at kasta snørið, har nógvur fiskur var at fáa.

Soleiðis er eisini við stemmufiskaríi. Valevnini á bygd eiga at ýta væl av, kasta dúgliga og heinta á øllum miðun í Suðurstreymoy.

Eg fari at heita á øll bygdarfólk í Havn um at vísa sín fullan stuðul til bygdarfólk sítt. Av bygd fáa við skilafólk á løgting. Hava vit ikki hesi at tosa mál okkara á Føroya Løgtingi, ja, so hava vit ongan!

Standið saman við okkum um at velja umboð okkara á ting. Tað sakar als einki, um vit, uttan fyri Havnina, eru eitt sindur taktisk.