Hevur vunnið fýra heiðursmerki í altjóða kapping

Tað hevur gingið avbera væl hjá Signu Vár í altjóð kapping í Avstralia

Signa Vár Dávadóttir Næs Joensen umboðar Føroyar á stóru, altjóða kappingini, Global Games, sum er í Brisbane í Avstralia í hesum døgum. Og hon hevur staðið seg avbera væl.

Les meiri her: Nú er hon klár til heimsins størstu ítróttarkapping

Higartil hevur hon vunnið tvey heiðursmerki úr gull og tvey úr silvuri, og harumframt hevur hon verið nummar tvey í 200 metra blandaðari svimjing. Tann teinin svam hon upp á 3.05.45, sum kortini er ein kapping, har eingi heiðursmerki vórðu latin.

Og so kann leggjast aftur at, at í øllum kappingunum í Brisbane hevur hon svomið skjótari enn hon nakrantíð hevur svomið fyrr.

Sunnudagin svam Signa Vár 50 metra frí upp á 32,95 sekund, og vann silvur, og hon svam eisini 100 metra rygg upp á 1.25,29 minutt og í hesi kappingini vann hon gull.

Í dag hevur hon svomið 100 metra bringusvimjing upp á 1.38,17 minutt og tað fekk hon silvurheiðursmerki fyri. Hon hevur eisini svomið 50 metra ryggsvimjing upp á 39,46 sekund og tað fekk hon gullmerki fyri.

Hesar næstu dagarnar skal hon svimja í fýra kappingum afturat. Í morgin skal hon svimja 200 metra frí og 50 metra firvald.

Mikudagin skal hon svimja 100 metra frí og hósdagin skal hon svimja 50 metra bringu.