Í dag, 1. juli, hátíðarheldur Nicolina Therkildsen, at hon hevur arbeitt í Betri í samfull 50. Í hesum sambandi fekk hon kongligt heiðursmerki fyri trúgva og sera góða tænastu.
Tað vsar í 1970, at Nicolina Therkildsen byrjaði í starvi í tí, sum tá æt Tryggingarsambandi Føroya. Har starvaðist hon fram til 1980, tá hon byrjaði í táverandi Føroya Sparikassa, sum nú er Betri Banka. Har hevur hon starvast til í dag og sostatt hátíðarheldur hon nú 50 ár í Betri samtakinum.
Nicolina hevur havt nógvar álitissessir í samtakinum. Hon hevur røkt allar sínar arbeiðsuppgávur við ágrýtni og drívmegi, sigur Betri í einum tíðindaskrivi beint nú.
- Tað er týdningarmikið fyri Betri samtakið, at starvsfólk støðast og eru trúføst. 50 ára starvsdagurin hjá Nicolinu talar fyri júst hesum, og tí er tað ein gleði at heiðra hana við serstaka kongliga heiðursmerkinum siga tey í Betri.