TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við Ara Sakarisson, sum er samskipari fyri amboðsfimleikinum hjá føroyska mansliðnum.
Ari Sakarisson heldur í mun til kappingarnar, sum hava verið í fimleikahøllini í Visby, at vónirnar skuldu verið góðar hjá Føroyum at fingið fleiri oyggjaleikaheiðursmerki. Ari Sakarisson hevur eisini góðar vónir um, at føroysku kvinnurnar fara at avrika væl.
Ari Sakarisson er bróðir Djóna Sakarisson, og hann er stoltur og fegin um avrikini hjá Djóna.










