Hevur uppskriftina upp á dreymakroppin

- Eg vil vísa fólki, at tað ber til at fáa dreymakroppin uttan at brúka fleiri tímar upp á konditiónsvenjing ella strævnar kostætlanir, sigur Herman M. Hermansen, sum hevur útgivið bók um kost og venjing

Mission impossible accomplished. Tað er heitið á nýggjari e-bók um kost og venjing, sum Herman M. Hermansen hevur skrivað.

 

Hann hevur í fleiri enn 20 ár fingist við venjing av ymsum slag, og í dag eigur hann venjingarmiðstøðina Target í Keypmannahavn, har hann starvast sum persónligur venjari og leggur kostætlanir til tey, ið ynskja tað.

 

Herman M. Hermansen vil vera við, at vilt tú hava dreymakroppin, er eingin orsøk at brúka eina rúgvu av tí á súkklu, at renna ella fáast við aðra konditiónsvenjing.

 

- Eg mæli fólki beinleiðis frá at brúka tíð upp á konditiónsvenjing, og tað geri eg av tí einføldu orsøk, at tað er ikki við tí slagnum av venjing, at fólkini uppnáa tað, tey vilja. ístaðin skal tíð og orka leggjast í harða styrkivenjing, sigur Herman M. Hermansen.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr samrøðu við Herman M. Hermansen, har hann millum annað greiðir frá, hvussu tú kanst fáa dreymakroppin við einans at venja einar 3-4 ferðir um vikuna og eta, júst tá tú hevur hug.