Hevur upplivað 25 ferðsludráp og fýra flogvanlukur

- Eg havi tíbetur havt evnini at ”gloyma” tær keðiligu løturnar, samstundis sum tær góðu løturnar sita eftir. Sjálvandi gloymir tú ongantíð tær hendingar og vanlukkur, sum tú hevur upplivað gjøgnum árini, men tú noyðist at ansa eftir, at hesar ikki fjala útyvir tær góðu løturnar í starvinum, sigur Regin Jespersen, ið nú gevst sum sýslumaður í Vágum

Samrøða

 

Maðurin er føddur í býarpartinum Frederiksberg í Keypmannahavn uppundir endan av seinna heimsbardaga.

Foreldrini vóru tvørámaðurin, Sølvi Jespersen, sum doyði í 1996 og mamman Ingrid Jespersen, fødd Samuelsen, ættað av Hellunum. Hon doyði í 1999. Bæði vóru fødd saman ár - í 1918.

Nú er maðurin, vit tosa um, 63 ára gamal, pensjóneraður og er í holt við at pakka sýsluskrivstovuna í Sørvági.

- Eg plagi at siga, at eg eri hálvur suðuroyingur og hálvur norðoyingur. Foreldrini komu saman undir krígnum, og í 1945 varð eg so føddur. Tey sluppu ikki heim, men tá kríggið var av, fluttu vit til Vágs at búgva. Har búðu vit til 1969, meðan pápi starvaðist sum telegrafistur á Loranstøðini í Vági. Tá pápi fekk starv sum varaleiðari á Loranstøðini á Eiði, sum tá var nýggj, fluttu vit norður hagar at búgva.

Áðrenn vit fara til søguna um Regin Jespersen sjálvan, hevur hann hug at siga um pápa sín, at hann er tann maðurin, sum hevur verið longst í starvi sum innan Loran C í øllum heiminum.

- Pápi fekk medalju frá US Coastgard fyri sína trúgvu tænastu, sum byrjaði í 1946 og endaði miðskeiðis í áttatiárunum, leggur hann aftrat.

 

Við skúlaskipi

Regin sigur, at tá tey fluttu til Eiðis at búgva, fór hann sum 13-14 ára gamal til Havnar í millumskúla, sum tað tá varð rópt. Hann ásannar, at her kom lítið burtur úr, tí hann tímdi ikki at ganga í skúla í Havn.

- Tey næstu 2-3 árini búði eg aftur á Eiði hjá foreldrum mínum. Hesi árini fekst eg eitt nú við vegaarbeiði, har vit arbeiddu upp á vegirnar til Gjáar og Funnings.

Í 1963 fór Regin við skúlaskipinum George Stage, og her var hann í seks mánaðir.

- Ætlan mín var tá at fara tann vegin, og eg hevði fingið kjans sum aspirantur við DFDS. Eg var einabarn, og eg haldi, at foreldur míni helst vildu hava meg heimaftur. Nú fór eg at arbeiða á Loranstøðini, har pápi var varaleiðari, og her var eg í einar 13 mánaðir, sigur hann.

 

Angrar ikki

Vit spurdu eisini Regin, um hann nakrantíð hevur angrað, at hann ikki valdi sjógvin fram um arbeiði á landi.

- Nei, tað vil eg ikki siga. Eg havi altíð havt hug til sjógvin. Áðrenn eg fór umborð á George Stage, var eg í tríggjar vikur við sluppini Pilot úr Fuglafirði. Eg var deyður av sjóverki allar hesar dagarnar, eg var umborð. Mær hevur seinni eisini dámað væl at siglt við sluppunum, Jóhonnu og Westward Ho, tá høvið beyðst. Haraftrat havi eg bát saman við vinmanni, og um summarið sigla vit við ferðafólki, eitt nú til Mykinesar, Tindhólm og kring vágabjørgini.

Í fyrraári var Regin eisini við til at sigla ein seglbát heim úr Grønlandi. Hetta var ein bátur, sum Edvard Niclasen hevði keyp. Báturin, sum er einar 44-44 føtur til longdar, var komin úr Ný Sælandi.

- Vit komu í illveður á Kappanum og lógu í hesum illveðri í eini trý samdøgur. Eg visti, at báturin toldi hetta veðrið, og tí var eingin ótti umborð. Vit vóru fýra mans við bátinum á ferðini heim til Føroya, sum vardi í eini 10-12 samdøgur.

 

Radiomekankari

Vit venda nú aftur til tíðina, tá Regin var ungur og byrjaði at hugsa um at velja sær eina lívsleið.

- Í 1965 fór eg at læra radiomekanikara í Radiobúðini í Saltangará. Hetta var ein sera góð tíð í mínum lívi. Vit vóru seks vikur í skúla í Havn, og millum lærararnar var eitt nú Olivur Næs.

Regin sigur, at Radiobúðin var eitt deiligt lærupláss, og hann búði eisini so serstakliga væl hjá Anni og Valdemar Midjord uttarlaga í Runavíkini.

- Eg leigaði eitt kamar hjá teimum, og at vera hjá teimum báðum var, sum at vera heima. Tey fóru við mær, sum vit sínum egna soni, og eg hevði tað so sera gott hjá teimum.

Hann sigur, at Anni og Valdemar liva bæði, og sambandið hevur verið hildið við líka øll árini.

 

Á løgregluskúla

Tað var í oktober í 1970, at Regin fór niður til Danmarkar á løgregluskúla.

- Tá tók skúlin bert hálvt annað ár. Fyrst gingu vit tríggjar mánaðir í skúla og vóru síðan úti í níggju mánaðir. Eftir hetta vóru vit aftur hálvt ár í skúla, og síðan ferðaðist eg um ymisku deildirnar hjá løgregluni. Eg kom soleiðis heimaftur til Føroya sum útbúgvin løgreglumaður í juli í 1972.

Sum løgreglumaður hevur Regin starvast ein stóran part av tíðini - ella 17 ár - í Havn, tey seinnu árini sum vakthavandi á støðini í høvuðsstaðnum.

Árini, hann í fyrsta lagi var knýttur at støðini í Havn, arbeiddi hann eisini onkur skifti á støðunum aðrastaðni í landinum.

- Eg byrjaði her í Sørvági sum varaleiðari á støðini í 1988, og endaði sum sýslumaður í Vágum í 1995.

Nú riggar Regin so av, og seinasti arbeiðsdagur hjá honum sum sýslumaður í Vágum er sunnudagin 30. november.

 

Góð starvsfólk

- Tað liggur nokso fitt av pappírsarbeiði í starvinum hjá einum sýslumanni, og eg má viðganga, at pappírsarbeiði er ikki ordiliga eg. Men eg havi havt so serstakliga gott skrivstovufólk aftrat mær øll hesi árini, og tí hevur hetta slett ikki verið nakar trupulleiki.

Regin vísir á, at Kristina Olsen hevur starvast á sýsluskrivstovuni í meira enn 40 ár – og er framvegis á skrivstovuni.

- Hon hevur verið her øll árini, eg havi arbeitt her. Hon hevur verið mín høgra hond og hevur gjørt, at starvið hjá mær sum sýslumaður hevur fallið mær so.

Sýsluskrivstovan hevur ymiskar uppgávur, eitt nú fyri landsstýri og sorinsskrivaran við innheintingum av falnari skuld hjá fólki og annað.

- Eg haldi, at ein góður eginleiki hjá einum sýslumanni, sum eisini hevur slík innheintingarmál um hendi, er at duga at seta seg inn í støðuna hjá fólki. Tað ræður jú um at fáa í lag góðar avtalur, har tað yvirhøvur letur seg gera.

Regin sigur, at nú fiskavirkið í Miðvági er stongt, og støðan í samfelagnum annars tykist trekari, eru eisini ábendingar um, at vit kunnu vænta okkum fleiri mál av slíkum slagi.

- Tú kennir fólkini ella onkran, sum kennir tey, og soleiðis kennur tú eisini við teimum, sum koma í klemmu. Tú eigur sum sýslumaður ikki at vera ísakaldur yvirfyri, hvat fólk nú einaferð dragast við í tí dagliga.

 

Nógv ferðsludráp

Ein løgreglumaður og sýslumaður gjøgnum so mong ár hevur sjálvandi upplivað ein heilan hóp av óbehagiligheitum, men tað eru sjálvsagt tær góðu løturnar, ið tú sum løgreglumaður og sýslumaður vilt minnast.

- Eg havi tíbetur havt evnini at ”gloyma” tær keðiligu løturnar, samstundis sum tær góðu løturnar sita eftir. Sjálvandi gloymir tú ongantíð tær hendingar og vanlukkur, sum tú hevur upplivað gjøgnum árini, men tú noyðist at ansa eftir, at hesar ikki fjala útyvir tær góðu løturnar í starvinum.

Regin sigur, at í tíðini hjá sær sum løgreglumaður og seinni sýslumaður hevur hann havt við eini 25 ferðsludráp at gera, eins og hann meira og minni hevur havt við fýra flogvanlukkur at gera. Tey fyrstu 8-9 árini í Vágum vóru eini 7-8 ferðsludráp í oynni, har ungir menn doyðu, og onkur gjørdist avlamin

- Í fleiri førum kendi tú fólkini ella tey avvarðandi. Tú noyddist at boða teimum avvarðandi frá tí, sum hent var, og tað eru slíkar hendingar, ið standa sum daprir dagar í lívinum hjá tær.

 

Tungar vanlukkur

Sýslumaðurin, sum nú leggur frá sær, sigur, at tíbetur hevur hann dugað at tikið hesar uppgávur, sum ein løgreglumaður í fyrstu syfti noyðist at taka tær.

- Tá tað arbeiði, sum neyðugt er at gera, í fyrsti syftu er av, er gott at hava havt góðar starvsfelagar at tosa við – og tá tú síðan ert komin heim aftur til húsa, hevur tað havt stóran týdning at havt konuna at tosa við.

Regin minnist tann eina dagin sera væl.

- Um 05-tíðina á morgni hendi eitt ferðsludráp í Miðvági, har ungur maður doyði, og onnur vórðu løstað. Eg kom heim út á morgunin, fekk mær brúsubað og skuldi møta á flogvøllinum aftur um middagsleitið. Meðan eg eri á flogvøllinum, dettur Golfstream-flogfarið niður, og níggju fólk láta lív.

Hann sigur, at millum fólkini í flogfarinum var stýrimaðurin, sum var føroyingur.

- Hetta var fyrsti túrur hjá honum sum stýrimaður. Eg kendi unga mannin, og eg kendi pápan ógvuliga væl. Sama var, tá tyrlan datt niður á Borðoyarvík og fýra fólk lótu lív. Flestu av hesum fólkunum kendi eg eisini ógvuliga væl, tí vit arbeiddu saman her vesturi.

 

Konan flogterna

Regin nevnir eisini flogvanlukkuna á Stord í Noregi, har ein føroysk flogterna doyði.

- Kona mín er eisini flogterna hjá Atlantsflog, nú yvirflogterna, og hon kundi tað sama verið við hendan túrin. Hendingin hevur sjálvandi ávirkað hana og okkum, og hetta eru viðurskifti, vit práta um av og á.

Regin og Annika, sum konan eitur, eiga tveir synir og ein abba-og ommuson.

- Annar siglir sum yvirstýrimaður hjá Maersk, og hin gongur í skúla í Danmark. Abbasonurin er sjey ára gamal og er uppkallaður eftir mær, sigur ein errin Regin, sum skjótt verður fyrrverandi sýslumaður.

Nú hann gevst á sýsluskrivstovuni, fer Regin Jespersen at hjálpa til í Timburhandlinum hjá Jørgini Niclasen í Sørvági.