Føroyingurin, Hans Andrias Midjord, situr í løtuni millum teir síðstu 181 luttakararnar við pokerborðini í Barcelona.
Barcelona er karmur um fleiri ymiskar pokerkappingar hesa tíðina, og fyri sløkum tveimum døgum síðani fór høvuðskappingin av bakkastokki við 1.682 luttakarum.
Kappast verður um eina ørandi upphædd á slakar 52 milliónir krónur, men teir 247 síðstu luttakararnir eru eisini tryggjaðir eina peningaupphædd.
Í løtuni situr Hans Andrias við 373.000 spælimerkjum, ið er triðflest av teimum átta, sum sita við borði. Harvið hevur hann vunnið 241.000 spælimerki, síðani byrjað varð at spæla í dag.
Tey, sum nú sita eftir við borðini, eru tryggjað eina vinnaraupphædd á slakar 76.000 krónur.