Hevur útjaðarin nú fingið mønustingin av løgtinginum?

   

Tað er heilt ófatuligt, at nakar tingmaður í og ættaður úr útjaðarunum er so undirbrotligur, sum tað tikist at tingmenn hjá samgonguni eru.
Tað er ikki bert ferðaseðlaprísirnir, sum hækka, men eisini farmagjald og somuleiðis er studningur til fiskaflutning lækkaður. Alt hetta er steinur omaná byrðu, hjá vinnuni og teimum, sum búleikast í útjaðaranum.
Við hesari avgerð hevur løgtingið skert møguleikarnar hjá útjaðaranum munandi og kann hetta bert verða tekin um, at eitt nýtt samgonguskjal er skrivað, har menning av útjaðaranum er strikaður í tekstini.
Vónandi er hetta ikki so, men tað fer so tiðin at vísa.