Hevur tað gott eftir umstøðunum

Hergerð Joensen, sum er kona skiparan á Gadusi, sigur við Portalin í morgun, at maður hennara eftir umstøðunum hevur tað hampiliga gott.

- Skanning hevur víst, at Brandur hevur havt eina heilabløðing, men hann er púra klárur, tosar og etur sjálvur. Tað var bara í løtuni, hann small, at hann var burtur, men raknaði við aftur beinanvegin. Sjálvur helt Brandur, at hann beklaði, tá hetta hendi, sigur hon.

Hergerð Joensen sigur, at tað er ikki upp á tal við nakrari skurðviðgerð, og maðurin er longu farin til uppvenjing.

- Hann er eitt sindur troyttur, men vit hava góðar vónir um, at alt fer at tørna væl út. Tá hetta nú hendi, var tað gott, at skipið var komið inn á vánna - og ikki hevði langan veg til lands, leggur hon aftrat.

Brandur Joensen, sum er 61 ára gamal, hevur siglt í samfull 40 ár, harav í 35 ár hjá JFK í Klaksvík. Hergerð og Brandur búgva í Miðvági.

Myndina av Gadusi, sum kom aftur av túri í fyrrakvøldið, hevur Dávur Winther tikið.