Hvørjar tankar hevur Carl Johan Jensen gjørt sær um lívið í hesum koronatíðum.
Tað fáa vit at vita mánadagin, tá ið aftur letur eina bók úr hondum.
Bókin hevur heitið, Mitt í hesi krónutíð og hetta er ein dagbók hildin frá jóladegi í fjør fram til páskadag í ár, sum eru eitt rættiliga sermerkt tíðarskeið í nýføroyskari søgu.
Um árskiftið legðist ein skuggi inn í tíðindini, sigur høvundurin. Men hetta var langt burturi í einum býi, vit ongantíð høvdu grett um, Wuhan í Kina.
Men skuggin tók til sín dag undan degi og áðrenn vit vistu av, var Korona millum okkara.
– Brádliga vóru andlát ikki longur eftir tíðindini í útvarpinum, men í tíðundunum - og tíðindini sjálv.
– Smitta, sóttarhald og frástøða vóru annaðhvørt orðið í øllum, vit tosaðu um gjøgnum teldur og fartelefonir, tí nú sótu vit fyri tað mesta inni hjá okkum sjálvum, tordu ikki annað, og tað galt um lívið at vaska ella spritta sær um tómar hendur.
– Úti var samfelagið avlýst ella útsett í óvissa tíð. Einki bar til uttan í frástøðu, hvørki sorg ella gleði. Búskaparlig útlit tóku at fána og tað fór av álvara at spøkja fyri kreppu og trongum tíðum .
Alt hetta tekur Mitt í hesi krónutíð fyri og í tíðindaskrivi um bókini siga tey, at hetta verður gjørt í fyndigum og bersøgnum hugleiðingum í óbundnum og bundnum máli.
Mitt í hesi krónutíð er ein bók, sum gevur lesara sínum eina øðrvísi og innlitsríkari frástøðu til eina grundbroytta samtíð, siga tey.