Hevur skapt samanhald og spenning á arbeiðsplássinum

(Ljóðsamrøða) Hoyr ein fegnan liðskipara hjá Svend Krosstein seta orð á sigurin í firmakappingini

Seinnapartin í dag handaði Signar Signarsson frá RIB 62 umboðum fyri Svend Krosstein vinningin fyri at vinna firmakappingina - spurnarkappingina - hjá Ràs2.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr eina samrøðu in.fo/Rás2 gjørdi við liðskiparan hjá Svend Krosstein, Johnny Samuelsen, sum á myndini sæst við vinninginum, einum starvsfólkatúri fyri 12 fólk við RIB 62.

 

Johnny Samuelsen fortelur, at tey eru 24 starvsfólk, og tí fer leiðslan at leggja út fyri onnur 12 starvsfólk, so øll 24 starvsfólkini kunnu fara starvsfólkatúr við báðum bátunum hjá RIB 62.

 

Um finaluna, sum Svend Krosstein vann heili 24-13 á Bygma Balslev sigur Johnny Samuelsen, at hann hevði væntað eini meiri javna og spennandi finalun, men frøin var stór, tá sigurin var staðfestur. Tað hevur skapt spenning og samanhald á arbeiðsplássinum, og sigurin hevur givið endurljóð í býnum, har nógv fólk hava ynskt honum tillukku við flotta sigrinum í firmakappingini hjá Rás2.