Í aðru viku kemur Linda Andrews til Føroyar at hava konsert í sjey kirkjum Linda Andrews gav seinasta ár út fløguna Minnir ið fløva, og tað er tilfar frá hesi jólafløgu, sum hon fer at framføra á konsertferð síni í Føroyum seinni í mánaðinum.
Á fløguni eru fleiri heimskendir jólasangir, sum á fyrsta sinni nú eru týddir til føroyskt.
Umframt solosang og klaver fær Linda vitjan av børnunum, sum fara at syngja saman við henni.
Sjey kvøld á rað fer Linda at hava konsertir í sjey kirkjum. Konsertirnar verða i kirkjunum á Tvøroyri, á Glyvrum, í Hoyvík, í Skálavík, í Kollafirði, við Norðskála og í Miðvági.
Fyrsta konsertin verður í Tvøroyrar kirkju mánakvøldið 22. november.