Erik er føddur í Rituvík í 1931. Pápin var fiskimaður, sum menn flestir vóru tá. Men Erik sigur, at hann hevur ikki verið so nógv í Føroyum, tí hann hevur búð aðrastaðir. Erik flutti til íslands í 1955 og búði har í 25 ár. Hann giftist íslendsakri kvinnu, men tey hava seinastu 19 árini búð í Danmark.
Fyrstu árini í Íslandi var Erik fiskimaður, men fór so at læra, Hann arbeiddi við at byggja stórar bilar, ikki sum mekanikari, men arbeiði gekk uppá at byggja bussar, ið teir fingu inn bara sum stell við motori. Har var alt frá jarnsmíði til polstring.
- Hetta er grundvøllurin hjá mær, tá tað kemur til jarnsmíð, men eg havi fingistt við hetta, siðani eg var barn. Eg eigi lutir, ið eg havi gjørt sum 11 - 12 ára gamal, men tá var tað træ, sigur Erik Olsen.
Um allan heim
Erik Olsen fæst við at smíða ymiskt úr jarni, nevnast kunnu borð, stólar og blómu- og ljósastakar.
- Tað eru umleið 15 ár síðani, eg byrjaði við hesum. Síðstu 10 árini havi fingist nógv við hetta og havi havt nógvar framsýningar. Fá av mínum verkum eru í Føroyum, men annars eru lutir seldir um alla verðina; til Onglands, Týsklands, Amerika, Belgia, Holland og Frankaríki, sigur Erik.
Ikki hópframleiðsla
Tað er soleiðis við Olsen Design, at ein maður ger alt. Eg tekni og framleiði, so tað kann ganga long tíð, áðrenn liðugt er, sigur Erik.
- Tað ein maður ger alt, so blívur tað ongantíð hópframleiðsla. Ofta geri eg bert eitt av hvørjum, men onkutíð 10, men so kemur okkurt nýtt. Eg eri ikki fyri hópframleiðslu. Tað er keðiligt at koma inn í eini hús og síggja júst somu lutir, sum í húsinum ein hevur verið í frammanundan. Keypir tú ein lut frá mær, so er mikið møguligt, at tú ert tann einasti í heiminum, ið eigur slíkan lut, sigur Erik.
- Eg goymi altíð originalin, men ongantíð modell. Tað er sostatt møguligt at bíleggja, um onkur hevur sæð okkurt, ið teimum dámar væl, men á goymslu er tað ikki, sigur Erik.
- Men tað verður modellsmíð hvørjaferð, so einki verður júst tað sama, tí allar bylgjur og snyrlar blíva ongantíð heilt líka, sigur Erik.
- Eg havi eini 200 upprunalutir, sum eg havi gjørt. Okkurt hava børnini og góðir vinir tó fingið, greiðir Erik frá.
Veruligt handverk
- Allir steinarnir, ið eg nýti, slái eg til sjálvur. Tá tú sær ein, ið eg havi gjørt, so havi eg vent og snarað honum fleiri ferðir, til eg havi fingið hann, sum eg vil hava hann. Tí er heldur eingin steinur líka, sigur Erik, ið heldur júst frábregði vera tað áhugaverda.
- Alt er gjørt við hond, nærum eingin maskina er nýtt, so tað er veruligt handverk. Av maskinum nýti eg bert sveisitól, vinkulslípara og tílikt. Av tí sama kann eg ikki kappast í prísi við aðrar, ið hópframleiða, ella nýta fleiri tól, sigur Erik, ið ikki heldur nógv um at kalla nakað handverk, ið bert verður sett saman, eftir at maskinur hava gjørt arbeiðið.
Fyrstu ferð í Føroyum
Hetta er fyrstuferð Erik Olsen sýnir fram í Føroyum, men hann heldur seg longu hava merkt, at fólk vísa áhuga. Fleiri, hann hevur prátað við, hava verið sera áhugað, og Erik er sannførdur um, at hetta serstaka og listakenda vinnur meira og meira á hópframleiðsluni, tí fólk eru troytt av at síggja tað sama allastaðir.
Erik er spentur uppá, hvussu móttøkan verður í Føroyum, men at døma eftir áhuganum, ið longu er vístur, so er líkt til, at føroyingum dámar snøggu handverkslistina hjá Eriki.