Hóast formaður Javnaðarfloksins leggur sjógv ímillum Javnaðarflokkin og Fólkaflokkin, so hava hesir flokkar samstarvað bæði væl og leingi.
Tey fyrstu nógvu árini var einki samstarv millum flokkarnar, eftir at Fólkaflokkurin kom á ting í 1940. Fyrsta landsstýrið eftir heimastýrislógina var millum Sambandsflokkin, Javnaðarflokkin og Sjálvstýrisflokkin. Hetta vóru teir sonevndur »heimastýrisflokkarnir«. Men tey næstu landsstýrini vóru millum Sambandsflokkin, Sjálvstýrisflokkin og Fólkaflokkin. Síðani var aftur heimastýrissamgonga skipað, sum ráddi fyri borgum fram til 1975, burtursæð frá sjálvstýrislandsstýrinum frá 1963-67.
Eftir løgtingsvalið í 1975 skipaði Javnaðarflokkurin við Atla Dam eina nýggja samgongu millum Javnaðarflokkin, Fólkaflokkin og Tjóðveldisflokkin. Hendan samgonga helt fram eftir valið í 1978, men skrædnaði í 1980 upp á millum landasiglingina.
Rættiliga kalt var ímillum Javnaðarflokkin og Fólkaflokkin næstu árini, og í 1984 tosaði Atli Dam um valið millum pest og kolera, um hann skuldi velja ímillum at samstarva við Fólkaflokkin ella Sambandsflokkin, eftir at Javnaðarflokkurin vann valið í 1984. Tá skipaði Atli Dam samgongu millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldisflokkin, Sjálvstýrisflokkin og Kristiliga Fólkaflokkin.
Í 1988 var tað Fólkaflokkurin, sum skipaði samgongu, sum tó bert sat í tvey ár. Javnaðarflokkurin vann stórsigur í 1990 og fekk 10 tingfólk vald. Tá skipaðu Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin tvíflokkasamgongu, sum slitnaði í 1993. Hendan samgongan fekk millum annað samtykt lógina um Samhaldsfasta og Arbeiðsloysistryggingina. Tvey hjartamál hjá Javnaðarflokkinum.
Síðani næstu ferð Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin samstarvaðu, var samgongan hjá Jóannes Eidesgaard frá 2004 - 2008 og aftur í samgonguni á heysti í 2008 til várið í 2011.
Soleiðis hava Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin samstarvað í 15 ár og tikið stór tøk saman. Men innímillum hevur tónin verið hvassur serliga tá politisku hugsjónirnar hava verið í hásæti.
Tónin er aftur hvestur, og hugsjónarligu ósemjurnar tykjast stórar. Javnaðarformaður ynskir uttan iva at leggja sjógv millum Fólkaflokkin og Javnaðarflokkin við at byggja brúgv til bæði Sambandsflokkin, sum hann vónar »kemur upp á betri tankar«, og Tjóðveldi.