Ein partur av grundgevingini hjá Jógvani Martin Olsen fyri at leggja frá sær, er, at hann í desember fer undir sonevndu por-licens útbúgvingina sum venjari.
Hetta krevur, at Jógvan Martin skal hava ábyrgdina av einum liði, og sum skilst, so verður tað um hampuliga stutta avgjørt, hvar hann verður venjari næsta ár.
- Eg havi havt onkrar følarar úti bæði her heima og uttanlands. Men tað er einki avgjørt enn. Tað verður millum annað tað, sum eg fari at umhugsa tær báðar komandi vikurnar, sigur Jógvan Martin Olsen.