Fyri góðum trimum vikum síðani, tann 21. november, skipaði Føroya Arbeiðarafelag fyri kjakfundi fyri limunum. Har var semja um at siga sáttmálan upp.
Eisini var ymiskt annað, ið limirnir vóru ónøgdir við, sigur Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag.
Annars er ikki vanligt, at støða verður tikin til slíkt so tíðliga í Føroya Arbeiðarafelag, men hesaferð varð so støða tikin beinanvegin.
Ymiskt í sáttmálanum varð uppi í kjakinum á fundinum. Lønarviðurskiftini vórðu viðgjørd eins og álitismannaskipanin. Millum annað var eisini ónøgd um tíman millum klokkan sjey og átta.
- Hetta endaði í gerðarættinum, tí arbeiðsgevararnir vildu hava hetta útsett og er hetta tí ikki avklárað enn, sigur Ingeborg Vinther.
Eisini verður arbeitt við pensiónsviðurskiftunum. Sum er gjalda arbeiðsgevarar 1 prosent. Aftaná 1. januar 1999 verður hetta 2 prosent, sigur Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag.