Danski uppfinnarin Peter Madsen, ið er ákærdur fyri drápið av svenska journalistunum Kim Wall, ynskir ikki, at nevningar skulu fella dóm yvir sær. Tað upplýsir tíðindastovan Ritzau.
Tað er ákæruvaldið hjá Københavns Politi, ið hevur reist ákæru móti 47 ára gamla dananum, og er tað í útgangsstøðinum eitt nevningamál. Sambært Ritzau, so eru øll mál, har kravið er í minsta lagi fýra ár í fongsul, at rokna sum nevningamál. Tann ákærdi hevur tó rætt at sýta fyri einum nevningatingi.
Tað er Betina Hald Engmark, ið er verji hjá Peter Madsen, ið hevur upplýst fyri Ritzau, at ákærdi ikki ynskir at lata lagnu sína upp í hendurnar hjá einum nevningatingi, men ynskir hon ikki at upplýsa hvat orsøkin er til, at hann hevur sagt nei til tað.
Ákæruvaldið krevur, at Peter Madsen verður fær lívstíð í fongsul fyri at hava lagt til rættis og dripið Kim Wall. Rættarmálið móti Peter Madsen byrjar 8. mars.