Ein fyrrverandi býráðslimur møtti í morgun í Føroya Rætti, ákærdur fyri heimildarsvik. Sum leiðari á einum dagstovni skal hann hava goldið fyrrverandi sambúgva sínum 109.000 krónur og nógv í løn yvir eitt tíðarskeið á tvey ár.
Ákærin krevur fonsulsrevsing fyri lógarbrotið, umframt at avvarðandi kommuna hevur eitt endurgjaldskrav móti manninum fyri 49.000 krónur. Hinar 60.000 krónurnar hevur sambúgvin longu goldið aftur.
Maðurin noktar seg sekan í ákæruni.
Ákæran gongur út upp á, at ákærdi hevur flutt sambúgvanum ov nógva løn, meðan hon starvaðist sum reingerðarfólk á dagstovninum frá mai 2012 til desembur 2013. Sum leiðari av stovninum hevði ákærdi ábyrgd av lønarviðurskiftunum hjá tímaløntu starvsfólkunum. Hann váttaði lønarseðlar og skrásetti tímarnar í lønarskipanina hjá kommununi. Hetta gjørdi hann eisini fyri sambúgva sín.
Ákæruvaldið vil vera við, at hann hevur lønt henni ov nógv, við at skriva hana fyri ov mongum tímum, og/ella við at hava lønt hana eftir skeivum sáttmála.
Ein stórur partur av ákæruni byggir á eina frágreiðing frá einum uttanhýsis grannskoðara, sum hevur samanborið arbeiðs- og lønarviðurskiftini hjá ymisku reingerðarfólkunum á stovninum. Tað er hesin grannskoðarin, sum er komin til ta niðurstøðu, at ákærdi hevur rindað sambúgvanum 109.000 krónur og nógv í løn.
Í rættinum í dag vóru ákærdi, fyrrverandi sambúgvin og fyrrverandi varaleiðarin á dagstovninum avhoyrd, men tá alt kom til stykkis, varð málið útsett til í næstu viku.
Orsøkin var, at nevnda frágreiðing frá grannskoðaranum var so torskild, at hvørki ákæri, dómari, verji ella løgfrøðingurin hjá býráðnum kundu greiða frá, hvat veruliga var staðfest í frágreiðingini.
Christian F. Andreasen, verji hjá ákærda, er annars sera ónøgdur við handfaringina av málinum. Í rættinum í dag fíltist hann bæði á, at hvørki hann ella ákærdi høvdu sæð nevndu frágreiðing fyrr enn fyri eini viku síðani, og at endurgevingin hjá løgregluni av avhoyrinum av ákærda ikki samsvaraði við tað, sum hann hevði sagt. Ákærdi hevði heldur ikki váttað endurgevingina.
Øll lønin er farin inn á kontu hjá kvinnuni, sum eina tíð eisini var skuldsett í málinum. Skuldsetingarnar móti henni eru tó sleptar.
Málið verður upp aftur tikið í næstu viku.