Fyri sløkum tveimum tímum síðani kom ein útlúgvaður, men glaður Chris Duff at bryggju í Vági
Chris Duff er amerikanari og hann hevur róð úr Skotlandi til Føroyar í einum serbygdum árabáti, sum er 19 føtur.
Men hetta er bara ein millumstøð, tí ætlanin er at halda leiðina fram til Íslands, tá ið hann hevur rinda møðina í
Føroyum í minst eina viku og hevur ferðast eitt sindur í landinum.
Eitt amerikanskt blað, sum skrivaði um ætlanina hjá 54 ára gamla amerikanaranum, sigur at umframt at rógva, hevur hann eisini brúkt eitt lítið segl.
Sum skilst fór hann úr Skotlandi mikudagin og hevur síðani róð norður um Skotland, Hetland og til Føroya.
Hann ætlaði at rógva 40-50 fjórðingar um dagin og at sova í fimm tímar og hann væntar, at ferðin til Íslands fer at taka honum átta dagar.
Hetta er aðru ferð, hann roynir hetta bragdið. Fyrru ferðina var í fjør, men tá mátti hann gevast, tí veðrið var so vánaligt.
Myndin er av bátinum ímeðan hann venur. Á aðrari myndini er hann á einum broti.