Samgongustev
Formaðurin í tjóðveldisflokkinum, Høgni Hoydal, ger ongar viðmerkingar til støðuna, sum hevur tikið seg upp í samgonguni, eftir at Bill Justinussen valdi siðseminevndina av nýggjum.
Tað ger hann púra greitt fyri Sosialinum í gjáramorgunin.
Hann hevur hann nakað at siga um hetta málið, sigur hann tað við miðflokkin sjálvan og ikki við tíðindatænastuna.
Hann sigur at tjóðveldisflokkurin hevur eina politiska avtalu og hana fer flokkurin at halda. Og eru tað onkrir av samstarvsfeløgunum, sum ikki halda avtaluna, fer flokkurin at taka málið upp við tann partin og fer ikki at viðgera tað alment, tí tað er hann ikki vanur til- og tí fer hann heldur ikki enn alment at gera viðmerkingar til málið.
Um hann metir støðuna soleiðis, at miðflokkurin hevur brotið nakra avtalu, vil hann heldur onki siga um.
Men hann viðgongur kortini, at talan er um ein trupulleika í samgonguni, men tað fer tjóðveldisflokkurin at taka upp við miðflokkin sjálvan.
? Mítt fremsta endamál er at halda tær politisku avtalur, sum eru gjørdar.Men tá ið trupulleikar stinga seg upp-og hetta er avgjørt ein trupulleiki- verða teir tiknir upp innanhýsis í samgonguni og ikki í fjølmiðlunum.
Ein annar spurningur, sum er umrøddur í kjalarvørrinum á spurninginum um siðseminevndina, er, um tað yvirhøvur var rætt at taka miðflokkin við í samgonguna, nú vit líta aftureftir og mugu ásanna, at flokkurin hevur longu hevur skapt øsing við umstríddum útsøgnum í tveimum eymum málum, málinum um fosturtøkur og málinum um siðseminevndina.
Tað eru tey sum halda at frægasta loysnin hevði verið at fingið javnaðarflokkin við í eini samgongu, og koyrt miðflokkiun til hús, so at vit fingu eina sterka samgongu.
Summi halda, at tjóðveldisflokkurin og samgongan sum heild nú liggja sum tey hava reitt, tí tað var ikki annað væntandi av miðflokkinum og eitt nú helt Tórbjørn Jacobsen, tingmaður fyri tjóðveldisflokkin, at ein samgonga ímillum fólkaflokkin, javnaðarflokkin og tjóðveldisflokkin var frægasta loysnin, soleiðis sum politiska støðan var beint nú.
Men heldur ikki hetta hevur Høgni Hoydal nakra sum helst meining um alment.
Hann endurtekur, at tjóðveldisflokkurin er í eini samgongu í løtuni.
? Vit hava eina avtalu og hana fara vit at hald og hinum kjakinum eri eg ikki sinnaður at taka lut í.










