Tær ásetingarnar, sum eru í lógini um kynsligan ágang ímóti børnum, eru hóskandi. Og møguleikin at revsa tey, sum verða dømd fyri kynsligan ágang ímóti børnum, er eisini hóskandi.
Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.
Jaspur Langaard, tingmaður fyri Sambandsflokkin, hevur spurt hann um nøkur ætlan er um at herða revsingina fyri kynsligan ágang ímóti børnum.
Løgmaður svarar, at tað er alla tíðina neyðugt at kanna um lóggávan á hesum økinum er nøktandi. Og hann leggur afturat, at tað heldur hann, at hon er. Hann heldur eisini, at revsikarmurin fyri hesi brotsverk liggur á einum nøktandi støði.
https://www.in.fo/news-detail/news/loegmadur-noevn-a-pedofilum-skulu-ikki-almannakunngerast/Les eisini: Løgmaður: Nøvn á pedofilum skulu ikki almannakunngerast
Løgmaður staðfestir, at revsingin fyri eitt brotsverk hongur neyvt saman við, hvussu álvarsligt brotið verður mett at vera.
Tey mest álvarsligu lógarbrotini um kynsligan ágang ímóti børnum og ungum undir 18 ár, kunnu revsast við upp til 12 ára fongsul.
– Hesin revsikarmur er ein av teimum strangastu í revsilógini, leggur hann afturat.
Er talan er um sera álvarslig kynslig brotsverk, og er talan um, at hesi brotsverk verða endurtikin, er heimild fyri at døma ein persón í trygdarvarðhald .
Trygdarvarðhaldið er í óásetta tíð – men tað má ikki vara longur enn neyðugt. Og tað eru dómstólarnir, sum skulu taka støðu til um trygdarvarðhaldið skal halda upp at
Bárður á Steig Nielsen vísir á, at ein kanning vísir, at frá 2000 til 2016 vórðu 57 fólk dømd í Føroyum fyri kynsligan ágang ímóti børnum
Sostatt eru tað nógv fleiri mál um kynsligum brotsverk ímóti børnum, sum enda við dómi í Føroya rætti enn í rættinum í Danmark.
Men hann sigur eisini, at í ávísum førum er revsingin í Noregi fyri kynsligan ágang ímóti børnum eitt sindur hægri enn í Føroyum.
Men í Svørvíki er revsingin linari enn í Føroyum, eisini fyri tann álvarsligasta kynsligan ágangin.
Eitt mál, sum javnan er til umrøðu í Føroyum, er fyrningarfreistin fyri at melda kynslig brotsverk.
Løgmaður vísir á, at fyrningarfreistin fyri kynslig brotsverk ímóti børnum, verður roknað frá tí at viðkomandi fyllir fyllir 21 ár.
Fyrningarfreistin fyri at melda samlegu, ella kynsligt samband við barn undir 15 ár, er 10 ár, frá tí degi offrið er fylt 21 ár. Er talan um skerpandi umstøður, ella barnið er undir 12 ár, er fyrningarfreistin 15 ár, roknað frá tí degi, offrið er fylt 21 ár.
– Tað merkir, at fyrningarfreistin í minsta lagi er 16 ár og í mesta lagi 36 ár frá tí at lógarbrotið er framt og hetta eru tær longstu fyrningarfreistirnar í revsilógini uttan fyri drápsmál, sigur løgreglan.
Í málum um kynslig brotsverk eru sjáldan onnur vitni til staðar enn offrið og gerningsmaðurin og verður brotsverkið ikki meldað beinanvegin, eru sjáldan nøkur teknisk prógv, og sostatt eru próvgini er sera vánalig.
– Í einum revsimáli er tað týdningarmikið at minnast til, at í sjálvum sær er vitnisfrágreiðingin frá offrinum ikki nokk til at lyfta próvbyrðuna, sigur Bárður á Steig Nielsen.
–Ákæran má sostatt stuðlast við øðrum vitnisfrásøgnum, ella tekniskum prógvum, leggur hann afturat.
Men tað merkir eisini, at jú longri tíð gongur, áðrenn brotsverkið verður meldað, verri verður tað eisini at prógva tað.
– Hetta er bæði ein trupulleiki fyri tann, sum verður ákærdur fyri kynslig brotsverk, og fyri offurið. Tann, sum verður ákærdur, fær trupult við at verja seg, og tað verður ringt hjá offrinum at prógva nakað.
– Hetta ger tað sjálvsagt eisini trupult hjá løgregluni at finna prógv, sum halda í rættinum. Og longri tíð gongur til eitt kynsligt brotsverk verður meldað, verri verður tað eisini at fáa dóm feldan.
– Verður fyrningarfreistin verður longd, ella strikað, er vandi fyri, at mál verða meldað upp aftur seinni við tí úrsliti, at tað verður ómøguligt at lyfta próvbyrðuna, sigur løgmaður.
Tað skal eisini viðmerkjast, at hóast eitt kynsligt brotsverk verður meldað, sum er fyrnað, skrivar løgreglan frágreiðing um málið. Løgreglan kallar eisini tann, sum er undir illgruna fyri at hava framt brotsverkið, inn til eina samrøðu. Og har verður tað gjørt greitt fyri viðkomandi, at løgreglan kennir til málið og fáa tey upplýsingsr um fleiri mál, fer hon at gbera skjótt at
– Kynsligur ágangur eigur ongantíð at verða góðtikin og tað, sum hevur størstan týdning er tí at royna at fyribyrgja at tað kemur fyri, heldur løgmaður.
Og hann heldur, at tað gerst best við kunning, upplýsing, opinleika og viðgerð. Í hesum sambandi vísir hann á, at
Heildarætlanin um kynsligan ágang, leggur nettupp stóran dent á upplýsing og kunning.