Hevur nú mist starvið eftir kokain-koyring

Framtíðin hjá vintstrapolitikaranum í Danmark, Jakob Engel-Schmidt, er óviss. Hann er koyrdur frá sum menningarstjóri á handilsskúlanum Niels Brock, hevur mist starvið sum viðmerkari á TV2 og fólkatingssessurin í vanda.

Framtíðin hjá vintstrapolitikaranum í Danmark, Jakob Engel-Schmidt, er óviss. Hann er koyrdur frá sum menningarstjóri á handilsskúlanum Niels Brock, hevur mist starvið sum viðmerkari á TV2 og fólkatingssessurin í vanda

 

– Hetta kom púra óvæntað, og vit eru sjálvandi hørm um støðuna hjá Jakobi, og tað er ein stórur persónligur sorgarleikur, sigur stjórin á handilsskúlanum, Niels Brock, Anya Eskildsen, í eini fráboðan til fjølmiðlar í morgun.

 

Harafturat skrivar Niels Brock, at »Niels Brock viðmerkir av prisippiellum orsøkum ikki persónsmál, men váttar, at tað er gjørd ein fráfaringaravtala við Jakob Engel-Schmidt«.

 

Politikarin er í farloyvi úr Fólkatinginum. Síðani 1. oketober í fjør hevur hann verið menningarstjóri á Niels Brock.

 

Tá Ekstra Bladet í september spurdi um málið um narkokroying eftir at hava fingið tipp um tað, bað Jakob Engel-Schmidt um farloyvi úr Fólkatinginum fyri í staðin at gerast menningarstjóri á Niels Brock.

 

Tað var eisini Ekstra Bladet, sum við almennum innliti í gjár kundi greiða frá, at Vintstrapolitikarin hevur mist koyrikoyrtið treytaleyst í trý ár og skal hava eina bót, eftir hann varð tikin av løgregluni í Keypmannahavn í juli í fjør.

 

Á Facebook váttar Jakob Engel-Schmidt síðani sjálvur søguna og upplýsti, at tað var kokain, hann hevði í blóðinum, meðan hann koyrdi bil.

 

Løgreglumenn fingu mistanka til politikaran, tá hann á Lygnbyvej í Keypmannahavn varð steðgaður, tí ein pera á bilinum ikki lýsti.

 

Sambært løgreglufrágreiðingini, sum Ekstra Bladet hevur fingið innlit í, framgongur eisini, at Jakob Engel-Schmidt ikki aktaði boðum frá løgregluni.

 

Politikarin er eisini kendur úr sjónvarpinum, og hann hevur verið ein av føstu panelluttakarunum á TV2 News-sendingini »News & Co«. Eisini tað starvið hevur hann mist, váttar sjefredaktørurin Ulla Pors.

 

– Beint nú skuggar hetta málið fyri tí, hann kann siga í sendingini, sigur honn við heimasíðuna hjá TV2.

 

Og tað er neyvan sambarligt at vera fólkatingsmaður og samstundis fremja rúsevnisbrotsverk.

 

Í øllum førum segði formaðurin hjá Vinstra á Fólkatingi, Søren Gade, í gjárkvøldið, at hann »hevur trupult við at síggja, at Jakob Engel-Schmidt kann koma aftur til ein gerandisdag á Christiansborg eftir at verða tikin fyri at koyra narkoávirkaður«.

 

– Jakob Engel-Schmidt hevur gjørt nakað skítbýtt og ólógligt. Hann sigur sjálvur, at tað er ófyrigeviligt, og hesum gevi eg honum rætt í, skrivar Søren Gade.

 

– Jakob hevur í løtuni farloyvi úr Fólkatinginum. Eg havi trupult við at síggja, at hann kann koma aftur til gerandisdagin á Christiansborg eftir tað, sum hann hevur gjørt, skrivaði hann í eini viðmerking.

 

/ritzau/