Hevur nakar einkarrætt upp á svartkjaftin?

JAN HALDANSEN


Nú skriva vit 2006, og kvo­tering er komin upp á svartkaftin. Føroyingar hava fingið tillutað góð 500.000 tons av samlaðu heild­ar­kvot­uni, men hvat skulu vit gera við hesi góðu tons.
Eg bleiv eitt sindur ør­­kyml­aður, tá eg hoyrdi Atla Hansen svara útvarps­mann­inum aftur, tá ið hann spurdi um tað var grundarlag fyri fleiri skipum at fiska svart­kjaft. Svarið hjá Atla var, at tað helt hann ikki.
Er tað veruliga blivið so galið, at kraftblokkabátanir skulu hava einkarætt upp á svartkjaftin, sum føroyingum er tillutað?
Seinni í innslagnum bleiv sagt, at Atlantic Navigator tørvaði einans 10.000 tons av surimi = 35.000 tons av svart­kjafti fyri at bera seg? Tað vil siga, at kraftblokkaskipini kunnu fiska restina, tó skulu nøkur tons brúkast til at keypa kvotur til onnur skip.
Hvat gera teir við svart­kjaftin? Jú tað blívur malið til mjøl á landi og síðani selt av landinum fyri tað mesta og eisini framleitt til alifóður.
Hvørji virði skapar hetta? Jú manninganar tjena nógv, og Havsbrún tjenar pengar.
Hvussu hevði tað sæð út, um vit høvdu eini 5 skip sum Atlantic Navigator ella sama model og hesi skip frystu inn ella virka surimi umborð. Jú, tú hevði fingið eini 600-700 meiri arbeiðspláss á sjónum, vøran hevði blivið løgd upp til frystigoymslunar í Før­oyum ella blivið um­skip­að her um kaikant, samstundis sum hon hevði blivið seld fyri eitt nógv størri viðri enn nú.
Samfelagsbúskaparliga so hevði hetta verið ein nógv bet­ur loysn fyri Før­oy­ar, og vit høvdu sam­stund­is eks­porterað eina kvali­tetsvøru burturúr svart­kjaft­inum.
Nú er tað blivið soleiðis í dag, at fiskirættindi á land­grunninum er blivin ogn hjá nøkrum einstaklingum á landi. Skal svartkjafturin eisini blíva ogn hjá nøkrum rík­monnum á landi, so at eing­in ungur maður, sum hev­ur eina ætlan og áræði at fara í gongd við nýtt virk­semi og skapa eitt størri viðri av fiskinum, skal blíva steðgaður, orsakað av at einkarættur er blivin á øki­num.
Nei, nú mugu politikarar taka í egnan barm og geva monnum loyvi til at skapa virksemi, sum kann geva eitt nógv munabetur avkast til bæði land og fólk.
Kraftblokkaskipini hava nok at fiska av, tað kemur ikki fyri, at teir ikki eru ovastir á intøkulistanum hjá Fiskimannafelagnum.
Eg vil mæla til, at øll skip­anin verður endurskoðað og at eisini øll skipanin við fjarfiskiflotanum verður end­urskoðað og tillagað broyttu fortreytunm av virka undir.
Bøtið um skaðan nú, um eitt ár kann skaðin ikki repa­rerast.